Fólkaaatkvøðan eitt skot fyri bógvin hjá skúlanum

Fólkaaatkvøðan eitt skot fyri bógvin hjá skúlanum
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at útlitini fyri broyttum skúlabygnaði við 30 kommunum eru ikki góð
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at útlitini fyri at broyta skúlabygnaðin eru vánalig eftir úrslitið av fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging

10.05.2012 - 11:04

Fólkaatkvøðan fyri einari viku síðani er eitt skot fyri bógvin hjá fólkaskúlanum. Útlitini fyri broyttum skúlabygnaði eru nú ikki góð.

Tí hvussu fer at gangast at fáa undirtøku fyri at skipa færri skúlaøki í 30 kommunum, spyr Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

Hann sigur, at tepra játtanin til fólkaskúlan førdu í undanfarna valskeiði til nakrar royndir at broyta skúlabygnaðin. Men tær royndirnar bóru ikki á mál. Partvís tí løgtingið vildi ikki geva landsstýrismanninum í mentamálum nóg stórar heimildir mótvegis kommunum og borgarum, sum ráða og hava ábyrgd av skúlabygnaðinum í sínum øki.

Ein fortreyt fyri broyttum skúlabygnaði varð tí mett at vera ætlanin at skipa landið í sjey kommunur, sum fingu fólkaskúlan at umsita.

Kommunurnar høvdu tá sjálvar fingið ágóðan av at lagt smærri flokkar í økinum saman.

Herálvur Jacobsen sigur, at hetta til 2018 skal játtanin til fólkaskúlan ætlandi minka 6 mió. kr.

- Hetta sýnist ikki av nógvum, men tá ið fólkaskúlin frammanundan er spardur niður á tað lógarkravda, so eru útlitini døpur, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763