- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja við Kina
Semja við Kina
Semjuskjal millum Føroyar og Kina er á skránni, tá uttanlandsnevndin hevur fund seinnapartin

Her er Sirið Stenberg , landsstýriskvinna, í Kina.
13.10.2026 - 06:04
Semjuskjal millum Føroyar og Kina er á skránni, tá uttanlandsnevndin hevur fund seinnapartin.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum skal raðføra seg við nevndina um semjuskjalið.
Í røðu sínari á ólavsøku segði løgmaður, at landsstýrið og kinverska stjórnin hava umrøtt møguleikan fyri fríhandilssáttmála.
Tey eru samd um at fyrireika stig til tess at koma hesum máli nærri.
Í fjør vórðu tvær protokollir millum londini gjørdar.
Tær lótu upp fyri nýggjum møguleikum og smidligari mannagongdum í sambandi við útflutning til Kina.
Og nú verður arbeitt við at gera semjuskjal sum ávegis stig til fríhandil, segði løgmaður á ólavssøu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























