Misjavnur skurður

Misjavnur skurður
Flettingin er í gongd kring landið, og skurðurin er misjavnur, samanborið við í fjør. Orsøkin kann vera vátt veður, heldur landbúnaðarráðgevi hjá Búnaðarstovuni.
12.10.2026 - 20:01

Hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði er miðalvektin eitt vet minni enn í fjør, sigur Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi.

- Tað, sum vit hoyra frá bóndum runt um landið, er, at tað er heldur misjavnt í ár. Men so skulu vit eisini hugsa um tað, at í fjør var eitt sera gott ár hjá teimum allarflestu, í mun til miðalvekt.

Miðalvektin hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði bleiv knapt 33 pund, og tað er gott tvey pund minni enn í fjør, greiðir landbúnaðarráðgevin frá.

Vátt veður í ár
- Vit hava havt øgiliga nógv avfall, sera nógv avfall, í septemburmánaði um næstan alt landið. August hevur eisini roynst illa. Og tað er akkurát tað tíðspunktið, tá ørin skal sleppa, altso at hon mjólkar ikki meiri, og lombini skulu læra seg at eta gras og blíva feit av tí síðsta summargrasinum. Er nógv avfall, sum í ár, so etur seyðurin minni enn vanligt. Sjálvandi, vektin er ikki alt. Um seyðurin er feitur, men vektin er lág, so er tað gott. Teir flestu ynskja nokk at liggja omanfyri 30 pund í miðal.

 

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609