Uttanlandsnevndin á fundi um makrel í Brússel

Uttanlandsnevndin á fundi um makrel í Brússel
Nevndin segði sína avgjørdu hugsan um ætlaðu handilstiltøkini móti Føroyum
Uttanlandsnevndin avmyndað í Brússel saman við Bernhardi Friess, samráðingarleiðara í makrelmálinum, og føroyska sendimanninum í ES, Gunnari Holm-Jacobsen
 
25.05.2012 - 14:17

Makrelspurningurin stóð ovast á breddanum, tá uttanlandsnevndin hjá løgtinginum í dag hevði fund við samráðingarleiðararnar hjá ES í makrelmálinum, Bernhard Friess og Edward-John Spencer.

Uttanlandsnevndin hevur í vikuni verið á ferð í Skotlandi, Onglandi og Brússel, og ósemjan um býtið av makrelinum hevur verið á skránni á øllum fundum. Nevndin hevur eisini vitjað EFTA-skrivstovuna og ES-tingið.

Á øllum fundum hava limirnir staðið saman og lagt føroysku sjónarmiðini fram. Uttanlandsnevndin hevur eisini sagt sína avgjørdu hugsan um handilstiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk ímóti Føroyum í sambandi við makrelmálið.

Í Edinburgh og London hitti uttanlandsnevndin skotskar og enskar politikarar, har evnið var tættari samband millum Skotland, Bretland og Føroyar á fleiri økjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666