- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin frágreiðing um príshækkingina í Hovi

Miðnámsskúlin í Suðuroy er illa bygdur, og kanningarstjórin, Maiken Johansen, gevur serliga trimum pørtum ábyrgdina. Teir eru byggiharrin Landsverk, MT Højgaard, sum bygdi skúlan, og Árni Winther Arkitektar, sum hevði eftirlitið.

Kanningarstjórin staðfestir, at upplýsingarnar til løgtingið á fyrsta sinni, at kostnaðurin fyri miðnámsskúlan fór at verða 60 mió. kr., vóru skeivar og villleiðandi.

- Hetta varð bert ein meting, og kostnaðurin verður í staðin 74 mió. kr., staðfestir kanningarstjórin, sum hevur biðið um nágreiniliga dokumentatión fyri, at prísurin varð settur til 60 mió. kr. og síðani hækkaður upp í 74 mió. kr.

Fundur um príshækkingina

Kanningarstjórin hevur fingið at vita, at skúlin dýrkar 14 milliónir krónur á einum fundi í Gladsaxe hjá MT Højgaard. MT Højgaard hevði einasta boðið og vann undan-kvalifikatiónina.

Luttakarar vóru Kristian Rasmussen frá Landsverki, Árni Winther frá Árna Winther arkitektum, og telefonsamrøða var við landsstýrismannin Jógvan á Lakjuni, meðan fundurin var.

Eingin frásøgn

Kanningarstjórin hevur biðið Landsverk og Mentamálaráðið um tilfar frá fundinum, men staðfestir, at eingin fundarfrásøgn er frá fundinum, og einki telefonupprit er heldur.

- Av tí at hesin fundurin í Gladsaxe hevur týdning fyri hækkingina úr 60 upp í 74 mió. kr., er tað sera harmiligt, at tær røttu mannagongdirnar ikki hava verið fylgdar. Hetta er, sum áður nevnt, partur av góðum fyrisitingarsiði at uppihalda hesar mannagongdir fyri at tryggja grundarlag fyri avgerðir, og at skeivar upplýsingar ikki verða latnar løgtinginum, skrivar Maiken Johansen í frágreiðingini, sum er 85 síður.

Í kanningini verður vánaliga eftirlitið við byggingini millum annað nevnt sum ein av høvuðsorsøkunum til hesa byggigøluna í Hovi.

Spurningurin er so, um atfinningin skal vendast ímóti MT Højgaard, sum bygdi skúlan og eigur at góðskutryggja. Ímóti Árna Winther Arkitektum, sum høvdu eftirlitið, ella Landsverk, sum var byggiharri?