- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur latið ein gísla leysan

Maðurin, sum fyrr í dag tók fýra fólk gíslar í einum banka í Toulouse í Suðurfraklandi, hevur latið ein gísla leysan.

Afturfyri hevur maðurin, sum eftir øllum at døma er sálarsjúkur, fingið vatn og mat inn í bankan, og hann hevur framvegis tríggjar gíslar, skriva franskir fjølmiðlar.

Tað hevur ljóðað, at gíslarænarin segði seg vera lim í al-Qaeda, og hóast hetta hvørki verður váttað ella savnnað, bendir nógv á, at talan er um eitt miseydnað bankarán.

Gíslarnir eru stjórin í bankanum og trý starvsfólk.

Servand løgreglulið hava kringsett bankan og samráðast við gíslarænaran. Næmingar á einum studentaskúla og einum skúla nærindis eru fluttir burtur.

Ránið hevur vakt ans, tí tað var eisini í Toulouse, at ein hernaðarligur islamistur fyri trimum mánaðum síðani drap sjey fólk, áðrenn hann sjálvur varð skotin.