- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hernaðarflogfar skotið niður yvir sýriskum sjóøki

Alt bendir á, at tað vóru sýrar, sum skutu flogfarið niður. Málið endar nú á borðinum, bæði í Nato og í ST-trygdarráðnum. Turkar søgdu annars, at flogfarið var í altjóða øki tá tað bleiv skotið niður.

Turkiski uttanríkisráðharrin boðar í dag, at hann fer at taka málið upp á Nato-sendiharrafundinum, sum verður týsdagin. Málið verður tikið upp sambært grein 4 í Nato-sáttmálanum, sum sigur at mál kunnu takast upp um eitt limaland kennir seg hótt uttanífrá.

Eisin trygdarráðið hjá ST verður drigið inn í málið. Bretski uttanríkisráðharrin William Hague fer at taka málið upp. Hann sigur, at Bretland nú er tilreiðar at seta tiltøk í verk móti Sýrialandi.

- Henda skelkandi hendingin prógvar, at Sýrialand hóreiggjar sær á ein hátt, ið als ikki kann góðtakast, og eg fordømi hendingina av fullum hjarta, sigur William Hague, sambært Reuters.

Turkiski uttanríkisráðharrin hevur váttað, at flogfarið av óvart var komið inn í sýriskt loftrúm, men staðfestir, at tað kortini er talan um altjóða loftøki. Sýriskir myndugleikar vísa á, at flogfarið var í sýriskum loftrúmi.

Turkiska statssjónvarpið boðar í dag frá, at vrakið av niðurskotna flogfarinum er funnið á 1300 metra dýpi í sýriskum sjóøki. Enn eru teir báðir flogskipararnir ikki funnir. Talan var um eitt F-4 Phantom jagaraflogfar.

ST-trygdarráðið hevur fleiri ferðir havt til viðgerðar sýrisku leiðsluna, men higartil hevur tað eydnast Kina og Russlandi at sissa ráðið.