- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin: Mæla ofta til betri ritstjórn

Mangan verður sagt, at í Føroyum koma nógvar bøkur út samanborið við fólkatalið.
Nógv kemur eisini út, men gáttin er ikki altíð so høg, tí mong forløg eru smá og hava hvørki fíggjarliga orku ella manning til at hava ritstjórar í starvi.
Haraftrat kemur, at um eitt forlag fær eitt handrit sendandi, sum tað vísir frá sær, kann høvundurin bara geva handritið út á egnum forlagi.
Í Vágskálini í vetur hava bæði skaldsøgur, yrkingasøvn, søgubøkur og yrkisbøkur verið vigaðar, og verturin, Uni Arge, hevur lagt til merkis eitt afturvendandi ynski frá ummælarunum.
- Tey hava ofta sagt, at bøkur kundu verið betur ritstjórnaðar. Tað snýr seg ikki um, at bøkurnar eru hjálparleysar. Tað snýr seg um, at tær kundu verið betri, um kønir ráðgevarar fóru afturumaftur 1-2 ferðir saman við høvundanum, sigur hann.
Ymsar atfinningar
Uni Arge vísir á, at allar bøkurnar, sum hava verið ummæltar í vetur, hava havt dygdir. Summar hava fingið bestu viðmæli, meðan aðrar sambært ummælarunum kundu fingið ein umgang aftrat ella tveir.
Eitt nú varð sagt um yrkingasavn, at yrkingarnar høvdu potentiali, men at skrivihátturin kundi verið hvestur. Um onnur søvn varð sagt, at tey vóru misjøvn.
Í sambandi við eina søgubók varð nevnt, at ov lítið varð nevnt um høvuðspersónin, tí nóg mikið var ikki funnið fram um hann.
Um eina skaldsøgu varð sagt, at høvundurin avdúkaði ov nógv fyri lesaranum, og um aðrar varð sagt, at tær vóru ov tunnar.
Haraftrat varð nevnt um skaldsøgu, og hon var óneyðuga drúgv og kundi verið stytt 80-100 síður.
Ævisøgur komu eisini út í fjør. Um eina varð sagt, at hon hevði javnt góðan stíl leingi, men brádliga fór høvundurin heilt aðra leið, og teksturin gjørdist uppreksandi.
- Nógv ymiskt er komið fram í sendingunum, sum er meint sum uppbyggjandi vegleiðing, sigur Uni Arge.
Trygvi Danielsen, ið eisini er kendur sum Silvurdrongur, við stórverkinum "Hey" (Mynd: Sprotin.fo)
Skaldsligt stórverk
Tann sjáldsamasta bókin, sum kom út í fjør, var dómadagsmanifestið ”Hey” hjá Trygva Danielsen.
Teksturin í ”Hey” er skrivaður sum ein Messenger-tráður, og hann, ið skrivar, er ein ungur maður í eini kjallaraíbúð á Argjum. Mangar síður í bókini eru blankar.
Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum kallaðu bókina eitt skaldsligt stórverk.
- Trupult er at gera av, um talan er um eina skaldsøgu, eina ritroynd ella ein monolog, men teksturin skrivar seg beint inn í okkara tíð og lýsir, hvussu vit skapa okkara heimsmynd úr talgilda heiminum, sigur Uni Arge.
Ein niðurstøða hjá ummælarunum var, at alt var ikki svart oman á svart í bókini, tí fleiri staðni hómaðist eitt ynski um, at mannaættin í teirri sundurpettaðu nútíðini fer at siga søgur um felagsskap og samstarv.
HOYR EISINI: Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð
Nógvir ummælarar
Tilsamans 70 bøkur hava farnu tríggjar vetrarnar verið ummæltar í Vágskálini, og fleiri enn 40 ummælarar hava verið við í sendingunum. Tey hava verið:
Sanna Klein, Sámal Soll, Marna Jacobsen, Eilen Anthoniussen, Malan Marnersdóttir, Hans Jacob Kollslíð, Urd Johannesen, Beinir Bergsson, Ben Arabo, Rakel Helmsdal, Ólavur Jakobsen, Uni Leitisstein Hansen, Eirikur Lindenskov, Erling Isholm, Gulla Øregaard, Kinna Poulsen, Gunnvá Zachariassen, Helena Lamhauge-Mortensen, Hans Andrias Sølvará, Sámal Matras Kristiansen, Ivan Niclasen, Pál Weihe, Turið Sigurðardóttir, Allan Dalsgarð, Jákup Reinert Hansen, Helgi Eidesgaard, Eyðun Klakkstein, Barbara Holm, Finn Jensen, Tóta Árnadóttir, Rakul í Gerðinum, Michael Koba, Jensina Olsen, Bergur Djurhuus Hansen, Helgi Jacobsen, Erland Viberg Joensen, Andras Mortensen, Súsanna Olsen, Suni Poulsen, Beinta Løwe, Bergljót av Skarði og Anna Maria Dam Ziska.
























