- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tróndur í Gøtu landar makrel og sild í Kollafirði

Tróndur í Gøtu er í Kollafirði við 1050 tonsum av makreli og sild.

Hetta er fyrsti túrurin, Tróndur í Gøtu hevur roynt nýggju pumpuna, sum pumpar fiskin livandi umborð.

Tróndur í Gøtu royndi eftir makreli norðan fyri Føroyar saman við Finni Fríða og Jupiter. Tróndur pumpaði fiskin úr trolinum, so hvørt sum hann kom í trolið hjá Finni Fríði og Jupiter, sum partrolaðu.

Skiparin á Tróndi í Gøtu, Frits Thomsen, letur væl at góðskuni. Sambært heimasíðuni hjá reiðarínum, Varðanum, kom fiskurin spraklandi niður í kølitangarnar. Støddin er góð, okkurt um 400 gramm í miðal á makrelinum og 320 gramm á sildini.

Tað tekur hálvt annað samdøgur hjá Tróndi í Gøtu at landa í Kollafirði.