- Tíðindi, mentan og ítróttur
Striltið hjá útróðrarmonnum at selja makrelkvotur

Útróðrarmenn mugu brynja seg vil tolni, meðan aðrir skipabólkar fáa útskrivað síni makrelloyvi og antin leggja frá landi ella handla sítt makrelloyvi víðari til aðrar at brúka.

20. februar søktu 103 útróðrarmenn í felag um makrelloyvi. Tað var gjørt undir felags samtakinum "Sjófeli", ið bað um 15 prosent av makrelkvotuni, ið samtakið bað um loyvi at fiska við "egnaðum fiskiskipi, einum nótaskipi, ið samtakið ætlaði at útvega sær.

Í dag, smáar fimm mánaðir seinni, hevur samtakið einki svar fingið úr Fiskimálaráðnum.

Línuskip hava slept makrelfiskiskapinum

Fríggjadagin var greitt, at línuskipini fara ikki at fiska síni tillutaðu 5000 tons av makreli. Í staðin selja línuskipini sína makrelkvotu til nótaskipini, sambært Sosialinum til reiðaríini hjá Anfinni Olsen og Hanusi Hansen.

Tað verður formliga gjørt við at flyta veiðuloyvi frá einum línuskipi yvir á eitt nótaskip, sum so kann fiska makrelkvotuna hjá línuskipinum. Hetta tíðarskeið, meðan nótaskipið fiskar makrelkvotuna hjá línuskipinum, hevur línuskipið ikki loyvi at fiska, men má liggja við bryggju.

Hóast "Sjófeli", samtakið hjá útróðrarmonnunum, upprunaliga bað um 15 prosent av makrelkvotuni, so verður tað ikki veruleiki. Tí tá makrelurin skuldi býtast, fullu tilsamans 3000 tons til tann bólkin, ið fevnir um útróðrarbátar, garnaskip og skip, sum fiska skeljadjór.

Sjófeli hevur, sum longu nevnt, framvegis ikki fingið svar úr Fiskimálaráðnum.

Kortini tykist vera greitt, at útróðrarmenn fáa ikki loyvi at gera línumonnum kynstrið eftir og selja makrelkvotu víðari til aðrar at fiska.

Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, svaraði í gjár einum útróðrarmanni, sum spurdi ráðið, hvørt makrelloyvini fóru at vera umsetilig.

Og svarið hjá deildarstjóranum er ikki at fara skeivur av. Andras Kristiansen skrivar, at

Veiðiloyvi kann ikki flytast

-Skal fiskifar í bólki-5 skiftast út ella ræðisavmarkast, kann veiðiloyvið ikki flytast á eitt størri fiskifar - heldur ikki um talan er um at fiska makrel.

Bólkur-5 eru eru útróðrarbátar undir 15 tons.

Hinvegin er greitt, at fiskimálaráðið heldur einki vera til hindurs fyri, at størru línuskipini, tey í bólki-3, kunnu lata nótaskip fiska teirra makrelkvotu á tilsamans 5000 tons.

Eftir stendur so spurningurin, hvussu Fiskimálaráðið tulkar lógartekstin um at ikki er loyvt at flyta veiðuloyvi millum høvuðsbólkarar - ella sagt á vanligum máli - millum húk og trol.