- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjónvarpið viðger pedofili og stríðið um Fámará

Fríggjakvøld eitur nýggja tíðindasendingin í sjónvarpinum
í summar.

Høvuðssøgan í kvøld snýr seg um stríðið um
Fámara. Umframt reportasju frá staðnum, har
hønur, hestar og ferðafólk ganga hvørt um annað, kemur stjórin í Búnaðarstovuni
á gátt.

Stóri spurningurin er, hvussu tú kanst gera av, hvør er
best egnaður at gerast festari í festinum, sum einaferð varð slept upp á fjall við
stórari skuld og nú knappliga er vorðið eitt stað, sum fleiri vilja fáa hendur
á.

Vestanstevnan í Sandavági

Vestanstevna er í Sandavági. Í tí samband skattað vit dýpið í Vágum, sum er millum fáu oyggjarnar, ið hava upplivað fólkavøkstur síðani
aldarskiftið.

Seinastu vikuna hevur ein føroysk rørsla móti pedofili
tikið seg upp á Facebook. Ætlanin er at kunngera nøvnini á teimum, sum hava
gjørt seg inn á børn.

Spurningurin er: Skulu nøvnini almannakunngerast ella ikki?

Fríggjakvøld hevur prátað við eina avvarðandi mammu og ein, sum varð fríkendur í rættinum, men dømdur av
fólkinum. Við kjakborðið eru Jógvan Elias Winther
Poulsen, løgfrøðingur, og Marjun Nielsen,
sálarfrøðingur.