- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki millum heimsins fremstu ferðavinnulond

At Svøríki liggur sum nummar
21 á listanum hjá UNWTO merkir, at landið liggur framman fyri ferðavinnulond
sum Suðurafrika, Kroatia, Brasilia og Meksiko. Svøríki liggur eisini langt
framman fyri onnur norðurlond sum Finnland, Danmark og Noreg.

Nummar 10 í Evropa

Verður hugt at, hvussu svenska
ferðavinnan klárar seg í Evropa, ja, so liggur Svøríki nummar 10, framman fyri
Kroatia og Portugál, og beint í hølunum á Grikkalandi og Hollandi.

- Tølini hava
talað fyri seg seinastu árini. Svøríki verður áhugaverdari ferðamál fyri hvørt ár
sum gongur, sigur stjórin í VisitSweden, Thomas Bruhl.

Seinastu
uppgerðirnar vísa, at ferðavinnan fekk umleið 85 milliardir krónur (føroyskar
krónur) inn í 2011.