- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upp á Trøllkonufingur

Teir royndu at koma upp á Trøllkonufingur í fjør, men tá
noyddust teir at gevast. Tá vantaðu einir 20 metrar í, til teir vóru á
toppinum.

Men nú eru teir so á veg uppaftur. Tað var eitt sindur ókyrt
í morgun, so motorsiglarin (motorseglbáturin), teir vóru við, kundi ikki leggja at. Í staðin fóru
teir í land í einum minni báti.

Í kvøld ella í morgin

Sum skilst hevur tað gingið væl higartil í dag. Teir hava
fingið sær ein bita og ein lúr, áðrenn teir løgdu á aftur. Teir hava vón um at
koma uppá annaðhvørt í kvøld ella í morgin.

Teir, sum hesa ferð royna at koma upp á Trøllkonufingur, eru
Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Heini Hátún, Hjálmar Hátún, Aksel Poulsen,
Bjartur Lamhauge og ein dani, sum vit tíverri ikki hava navnið á. Sum skilst er
hann vanur at klatra, m.a. í Alpunum.

Søgurnar eru eitt sindur ymiskar um, nær nakar seinast hevur
roynt at komið upp á Trøllkonufingur. Ein søga sigur, at seinast ein roynd varð
gjørd, var undir kongavitjanini í 1874. Tann royndin miseydnaðist, tí maðurin
datt oman.