- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi Rituvíkarvegurin liðugur

Arbeiðið við nýggja Rituvíkarvegnum er nú liðugt, og
leygardagin skipar Landsverk fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at vegurin nú
alment verður tikin í nýtslu.

Talan er um nýggjan tilkoyringarveg av
Rituvíkshálsi til bygdina. Hesin nýggi teinurin, sum er umleið 1,2 kilometrar
langur, er ein tvíbreytaður landsvegur við vegøksl og bilverju, ið gongur frá
vegamótinum Rituvíkarvegur/Æðuvíkarvegur móti Rituvíkar bygd.

Hátíðarhald

Í sambandi
við at Rituvíkarvegurin nú er liðugur, verður skipað fyri hátíðarhaldi leygardagin 21.
juli klokkan 13.30, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum,
heldur røðu og klippir snór. Nes Sóknar Musikfelag spælir í sambandi við
hátíðarhaldið.

Aftan á hesa hátíðarløtuna, ið fer fram á Rituvíkshálsi,
har nýggi vegateinurin byrjar, gongur leiðin oman í skúlan í Rituvík, har
motorsúklur koyra undan, meðan fólk ganga, og bilar koyra í hølunum. Í skúlanum
bjóðar Landsverk kaffi og køkur, og síðani heldur Magnus Rasmussen, borgarstjóri
í Runavíkar Kommunu, røðu.