- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bispagarðurin skal umvælast

Arbeiðið fer væntandi at taka umleið eitt ár, og hesa tíðina fer skrivstovan at halda til í hølunum, har Havnar Sjúkrakassi var.

Umvælingin av Biskupsgarði er framhald av arbeiðinum at umvæla flest allar prestagarðar í Føroyum, sum byrjaði í 2007, tá fólkakirkjan kom á føroyskar hendur.

- Tá var støðan alt annað enn góð, staðfestir Jógvan Fríðrikson bispur.

- Prestagarðarnir vóru í misjøvnum standi, summir vóru at at kalla ikki egnaðir til bústað. Ivasamt er, um nakar av teimum 19 gørðunum var í góðum standi, skrivar bispur.

Tí varð farið miðvíst undir at umvæla prestgarðarnar.

Tá hetta árið er liðið eru Prestagarðurin í Vági, í Leirum, í Todnesi, dómpróstagarðurin, í Hvalvík, á Gjaranesi og á Brekku í Klaksvík sostatt liðugt umvældir

Harafturat eru stórar ábøtur gjørdar á Heygsvegi í Havn, í Lamba, í Fuglafirði og á Prestvegi í Klaksvík.

Komandi trý árini er so ætlanin at gera nakað munagott við garðarnar á Nesi, í Miðvági, á Eiði og í Kvívík.

Umsitingin hjá fólkakirkjuni hevur ta áskoðan, at tá prestarnir hava bústaðarskyldu og búgva til leigu, so skal garðurin vera á leið í sama standi, sum eini miðal føroysk sethús eru í dag.