Bjarta takkaði fyri seg á heimavølli

Bjarta takkaði fyri seg á heimavølli
- Tá onkur stendur við skelti, og biður um mína blusu, kanst tú ikki annað enn at verða fangaður av stemninginum, segði Bjarta O. Johansen, sum spældi sín síðsta heimadyst
08.04.2026 - 23:40

Henni so líkt, full nøkur tár, tá Bjarta Osberg Johansen takkaði áskoðarunum eftir sín síðsta heimadyst fyri landsliðið.

Seigi strikuspælarin leggur hondbóltin á hillina í eftir hetta kappingarárið, og tað merkir, at í landsliðshøpi vantar bert útidysturin ímóti Montenegro í.

 - Eg havi roynt ikki at hugsa so nógv um løtuna í dag og tíðina, sum kemur, tí eg vildi heldur hugsa um dystin, men tá onkur stendur við skelti, og biður um mína blusu, og tá øll syngja so væl og rópa so væl, kanst tú ikki annað enn at blíva fangaður av stemninginum, segði Bjarta O. Johansen.

Hon fekk ikki nógva spælitíð í frálíka sigrinum á Íslandi. Pernille Brandenborg var flúgvandi við 12 málum, og Bjarta O. Johansen rósti liðfelaganum og hinum fyri framúr avrikið við Tjarnir. Ein sigur, sum mest sannlíkt sendir Føroyar til EM.

Tað verður eitt endaspæl uttan strikuna úr Kyndli, sum kortini ikki ivast í, at framtíðin hjá landsliðnum er í tryggum hondum.

 - Liðið fer víðari uttan trupulleikar. Tær eru fantastiska góðar allar sum tær eru, segði Bjarta O. Johansen, sum nú ger seg til reiðar at umboða Føroyar fyri 58. og seinastu ferð. 

Føroysku viðhaldsfólkini kunn ikki annað enn takka fyri góða og trúgva tænastu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985