Hevði ikki rætt at kæra um Posta

Hevði ikki rætt at kæra um Posta
Smápartafelagið Petra hevði ikki rætt at kæra avgerðina hjá Kappingareftirlitinum um at loka málið um marknaðarráðandi støðuna hjá Posta
Tilboðið hjá Posta var í lagi, sigur Kappingareftirlitið.
 
09.04.2026 - 06:10

Smápartafelagið Petra hevði ikki rætt at kæra avgerðina hjá Kappingareftirlitinum um at loka málið um marknaðarráðandi støðuna hjá Posta.

Kæran var um, at Posta misnýtti sína marknaðarráðandi støðu, tá Tórshavnar kommuna bað um tilboð um at koyra pensjonistum, sum búgva heima, mat.

Trý tilboð komu.

Posta hevði tað lægsta, Petra tað næstlægsta.

Føroya Kærustovnur hevur avgjørt, at Petra ikki hevði kærurætt.

Kærustovnurin sigur, at Petra ikki hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum.

Petra kann tí ikki kæra sambært kappingarlógini.

Kappingareftirlitið helt ikki, at kappingarlógin var brotin, tá Posta vann útboðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891