Ætlaði at drepa fleiri í Colorado

Ætlaði at drepa fleiri í Colorado
Ætlanin var at íbúðin skuldi fara í luftina tá løgreglan fór inn í hana, men drápsmaðurin segði sjálvur løgregluna frá um bumbufellunar.

21.07.2012 - 19:38

Hópdrápsmaðurin James Holmes, ið drap 12 fólk og løstaði 59 undir frumframførsluni av nýggja Batman-filminum í einum biografi í býnum Aurora í amerikanska statinum Colorado, hevði ætlanir um at drepa nógv fleiri.

Áðrenn hann framdi hópdrápið hevði hann umskapað íbúð sína í Aurora til eina framkomna bumbufellu. Hann hevði sett steriotólið hjá sær til at tendra og spæla harðan tónleik stutt eftir hópdrápið - eftir øllum at døma fyri at fáa grannarnar at klaga og harvið fáa løgregluna at fara í eina fellu.

- Hevði hann verið skotin til deyðis, er eingin ivi um, at bumbufellan hevði dripið tey fólkini, ið síðani fóru inn í íbúðina, sigur ein løgreglukelda við Reuters tíðindastovuna.

Men James Holmes varð ikki dripin, og hann segði sjálvur myndugleikunum frá bumbuni, ið varð samansett av ymiskum  kemiskum evnum og løðingum.

Serfrøðingar meta, at bumbufellan er so framkomin, at tað ikki ber til at fara inn og taka hana. Í staðin er ætlanin at senda ein bumburobott inn í íbúðina at spreingja bumbuna.

Løgreglan hevur staðfest, at 24 ára gamli James Holmes eftir øllum at døma framdi illgerð sína einsamallur. Ábendingar eru um, at hann hevur brúkt fleiri vikur til at fyrireika hópdrápið, og at ætlan hansara var at drepa so nógv fólk sum gjørligt.

Hann hevði litað hárið appelsingult og var í hjálmi, gassmasku, skottryggum vesti og svørtum handskum, tá hann framdi álopið. Hann var vápnaður við tveimum pistólum, einari høglbyrsu, einari maskinbyrsu og ikki færri enn 6.000 patrónum.

Tá hann varð handtikin, segði hann seg vera Jokaran, ið er ein av brotsmonnunum í Batman-filmunum, men løgreglan veit ikki meira um, hví hann framdi illgerðina.

James Holmes hevði bachelorprógv í neurovísund og var við at taka kandidatútbúgving á universitetinum í Colorado. Sambært grannum og kenningum hevði hann avbyrgt seg seinastu mánaðarnar.

-Hann var sosialt frávíkjandi, men ikki í so stóran mun, at nakar kundi hava illgruna um, at hann kundi fremja eitt slíkt hópdráp, siga lesandi á universitetunum, ið kendu 24 ára gamla mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843