- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger kemisk vápn klár

Deildir hjá Bashar al-Assad forseta í Sýria eru farnar undir at gera kemisk vápn klár at brúka í stríðnum móti uppreistrarfólkunum, sigur ein høgtstandandi sýriskur herovasti, ið er flýddur úr landinum.

-Stjórnin er í ferð við at flyta kemisku vápnagoymslurnar og umskipa tær, so tær eru klárar at taka í brúk, sigur Mustafa Sheik generalur.

Fyrrverandi sýriski sendiharrin í Irak, Nawaf Fares, ið eisini er rýmdur, segði fyrr í vikuni, at stýrið er til reiðar at brúka kemisk vápn, og at tey møguliga longu eru brúkt í býnum Homs.

- Eg eri fullkomuliga sannførdur um, at stjórnin fer at brúka kemisk vápn, um sýriska fólkið økir trýstið á stjórnina uppaftur meira, segði hann í eini samrøðu við bretska BBC.

16 mánaðar langa stríðið og borgarakríggið í Sýria er nú hert munandi. Harðir bardagar hava seinastu vikuna verið millum uppreistrarherin og herin hjá Assad forseta fleiri staðni í høvuðsstaðnum Damaskus, og mikudagin drap ein bumba fýra av nærmastu stuðlunum hjá Assad, teirramillum svágur hansara, verjumálaráðharran og trygdarleiðaran.

Minst 100.000 sýriskir hermenn eru rýmdir úr herinum, ið tilsamans telur 320.000 mans. Teirramillum eru fleiri høgtstandandi herovastar, ið eru farnir í part við uppreistrarfólkunum.

Fleiri fráboðanir eru komnar um, at Assad er farin úr Damaskus, men tær eru ikki alment váttaðar.