Kasta lut um fiskiloyvi

Kasta lut um fiskiloyvi
Fær Fiskimálaráðið fleiri enn tríggjar javnsettar umsóknir um loyvi at fiska við Eysturgrønland, verður lutakast um loyvini
Bara trý loyvi eru at fiska eftir botnfiski við Eysturgrønland.

24.07.2012 - 12:39

Tað eru bara trý fiskiloyvi at lata til fiskiskap við Eysturgrønland. Sog fær Fiskimálaráðið fleiri enn tríggjar javnsettar umsóknir um loyvi at fiska botnfisk við Eysturgrønland, verður lutakast um loyvini.

Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð um føroyskan fiskiskap eftir botnfiski við Grønland, har sum føroyingar sleppa at fiska tosk, brosmu, kalva, svartkalva og steinbít.

Søgulig rættindi eru galdandi

Við Eysturgrønland fáa trý skip fiskiloyvi, sum árini 2007 til 2011 fiskaðu mest av føroysku kvotuni við Eysturgrønland. Eru fleiri enn trý skip, sum lúka treytirnar, verður lustakast, tí loyvini eru bara trý í tali.

Við Eysturgrønland sleppa føroyingar at fiska 255 tons av toski og 275 tons av kalva og svartkalva sum hjáveiðu.

Sama er galdandi fyri tey 100 tonsini av svartkalva við Vesturgrønland, men har er tó bara eittans loyvi.

Hava tey, sum fáa loyvi at fiska við Grønland, ikki brúkt loyvið fyri 1.oktober, kann Fiskimálaráðið lata øðrum loyvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763