- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunuskatturin í Tórshavnar kommunu ov høgur

Tað eru boðini til býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum frá nevndini í Havnar Framburðsfelag.

Sambært útrokningum hjá Havnar Framburðsfelag rindar ein vanlig familja í Tórshavnar kommunu nú meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Kommunan skattar í løtuni eina mánaðarløn uppá 25.000 krónur 20 prosent harðari enn landið ger.

Tað heldur Havnar Framburðsfelag er órímiligt og krevur, at Tórshavnar kommuna lækkar skattin minst eitt prosent.

Fólkaflokkurin situr í andstøðu í løtuni. Men ein av limunum í flokkinum, Bogi Andreasen, hevur stóran part av valskeiðnum sitið í samgongu umboðandi Tjóðveldi. Hann var varaborgarstjóri og er framvegis varaborgarstjóri. So ein av limum Fólkafloksins hevur verið við at tikið tær avgerðir, sum nú kosta skattaborgarunum eitt høgt skattaprosent, og sum Havnar Framburðsfelag - og sostatt flokkurin hjá varaborgarstjóranum, er ónøgdur við.