Einki móttøkuskip kemur í summar

Einki móttøkuskip kemur í summar
Nú er greitt, at Lafayette heldur ikki kemur í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli. Skipið er á veg til Grønlands
Avreiðingargjaldið ger, at føroysk skip hava ongan hug at landa til útlendsk móttøkuskip. Lafayette fer til Grønlands í staðin.

13.08.2012 - 11:04

Einki útlendskt móttøkuskip kemur til Føroya at taka ímóti makreli í summar.

Lafayette, sum Fjord Fishing and Finance Company hevur leigað aftur í ár, hevur gjørt avtalu við grønlendskt felag, og kemur tí ikki til Føroya at taka ímóti makreli.

Tað váttar Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá Lafayette. Hann vil tó ikki upplýsa, hvat grønlendskt felag talan er um.   Tað hevur ikki eydnast at fáa avtalu við føroysku skipini, ið fiska makrel, sigur Ludvík við Stein.

Orsøkin er avreiðingargjaldið á tvær krónur fyri hvørt kilo, ið løgtingið hevur samtykt.   Fjord Fishing and Finance Company hevur verið í sambandi við stóran part av føroyska flotanum, men allastaðni er svarið tað sama, sigur Ludvík við Stein.

Lafayette kemur á Runavík hósdagin, men fer higani beina kós til Grønlands, har skipið skal taka ímóti makreli.

Kunnu eisini fiska makrel

Felagið hevur eisini fingið loyvi at fiska makrel í Grønlandi. Ludvík við Stein vil tó ikki upplýsa, hvussu stór kvotan er. Men avtala er gjørd við skip um at fiska kvotuna.

Fiskimálaráðið fekk annars nógvar umsóknir um loyvi til útlendsk móttøkuskip í ár. Thor í Hósvík hevði søkt um loyvi til tveir stórar kinesiskar trolarar, Kai Yu og Kai Li.

Ætlanin var, at teir skuldu koma til Føroya, men teir eru farnir til Grønlands. Og nú fer Lafayette sama veg.

Landsstýrið hevur ætlað at fáa 78 milliónir krónur frá skipum, sum selja útlendskum móttøkuskipum makrel í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610