- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burturkast úr Íslandi kanska brennast í Føroyum

Burturkast úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi verður kanska brent í Føroyum í framtíðini. Tann møguleikin verður í øllum førum nú kannaður í Vestmannaoyggjunum.

Orsøkin er, at brennistøðin í Vestmannaoyggjunum hevur fingið boð um at lata aftur fyri árslok. Ein nýggj kunngerð um rusk ger, at nakrar brennistøðir missa síni loyvi at virka.

Tað er ikki enn eydnast býráðnum í Vestmannaoyggjunum at finna eina loysn á ruskspurninginum. Ein møguleiki er at flyta ruskið, sum kann brennast, til Føroya ella Svøríkis, skrivar Morgunblaðið.