Stenomiðstøð í politiskum atgerðarloysi í 10 mánaðir

Stenomiðstøð í politiskum atgerðarloysi í 10 mánaðir
Longu í november í fjør varð politiska skipanin kunnað um, at nýggja Steno Miðstøðin bleiv nógv dýrari enn ætlað
Ætlanin er at byggja nýggja Steno Miðstøð omaná gamla C-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tekning: Landsverk
 
13.09.2026 - 13:40

Longu í november í fjør var greitt, at ætlanin at byggja nýggja Steno Miðstøð hekk í klønum tráð.
 
Tað vísir innlit hjá Kringvarpinum.
 
Í november 2025 er serliga bygginevndin fyri Steno Miðstøðina - Steno byggestyregruppen - komin til ta niðurstøðu, at tað er órealistiskt at halda fram við arbeiðnum, tá fíggingin ikki er tøk.
 
Orsøkin til hesa niðurstøðu er, at kostnaðarmetingin, sum liggur til grund fyri byggiverkætlanina, vísir seg at vera heilt burtur úr vón og viti.
 
So seint sum á sumri í 2025 hevur Landsverk mett, at tað ber til at byggja nýggju Steno-miðstøðina fyri 63 milliónir krónur. Talan er um ein bygning, 1200 fermetrar til støddar, sum skal byggjast omaná gamla C-bygningin á Landssjúkrahúsinum. 
 
Sigurð Ó. Vang, leiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, segði við útvarpið 11.august 2025, at Steno-miðstøðin kundi byggjast fyri 63 milliónir krónur.  
 
Og metingin sá heldur ikki út til at vera heilt av leið, tá tilboðini vórðu latin upp tveir mánaðir seinni, hálvan oktober. Bíligasta tilboðið var góðar 67 milliónir.
 
Bygginevndin rópar varskó

Har vóru tó stór ivamál í, og tað fekk bygginevndina at reagera. Eittnú vísir tað seg, at útreiðslurnar til byggiplássið verða sera høgar. Byggjast skal bókstaviliga frammanfyri høvuðsdyrnar og -móttøkuna hjá Landssjúkrahúsinum, og harumframt omaná ein bygning, sum frammanundan verður brúktur og tí skal tømast í fleiri mánaðir. Og lagt er ikki upp fyri óvæntaðum útreiðslum og prísindeksi.
 
Eisini uppskotið frá ráðgevunum - um at lata vera við at innrætta eina hædd - festir í hjá bygginevndini. Tað er nevniliga har, granskingarparturin skal halda til. Ella, sum nevndin orðar seg - henda hæddin er eitt grundarlag undir hugskotinum við eini slíkari miðstøð.
 
Prísurin fyri nýggju Steno’miðstøðina verður tí onkustaðni millum 87 og 95 milliónir krónur, alt eftir hvussu nógv spart verður, metir bygginevndin.
 
Bygginevndin sigur seg hava fingið at vita frá Landsverki, longu tá verkætlanin byrjaði, at “fíggjarliga var verkætlanin so væl polstrað, at tað var óhugsandi, at tað fóru at vera meirútreiðslur.”
 
Men, staðfestir nevndin: Talan hevur tó verið um stórar feilmetingar og nógvar seinkingar.
 
Brævið til Heilsumálaráðið, dagfest 18. november 2025, endar soleiðis:
 
“Semja er millum limirnar í bygginevndini fyri Steno Miðstøðina um, at tað er órealistiskt at halda fram við arbeiðinum við hesi verkætlan, tá fíggingin ikki er tøk. Eisini eigur høgi kostnaðurin at leggjast fyri politisku skipanina. Harumframt eigur feilmeting av kostnaðarstøðinum á 50% at leggjast fyri politisku skipanina, sum hevur víst verkætlanini stóran áhuga.”
 
Tvinnir eru nú kostirnir, ljóðar tilmælið frá nevndini. Antin at fíggja verkætlanina sambært tilboðsprísunum. Tað vil siga, at játta fleiri pengar. Ella at endurskoða verkætlanina. Tað við siga, at finna eina aðra loysn.
 
Brævið til Heilsumálaráðið er undirskrivað av Steinari Eirikstoft, tá fráfarandi sjúkrahússtjóra og formanni í bygginevndini fyri Steno Miðstøðina.
 
Súsanna Bertholdsen var landsstýriskvinna í heilsumálum, tá brævið varð sent. Hon hevði stutt frammanundan tikið við sum landsstýriskvinna eftir Margit Stórá.
 
Men Steno Miðstøðin datt eftir øllum at døma niður ímillum, onkustaðni í politisku skipanini.
 
Tí nú, heili tíggju mánaðir seinni, skal politiska skipanin taka støðu til, hvat gerast skal við Steno’miðstøðina. Nú eitur landsstýriskvinnan í heilsumálum Eyðdis Hartmann Niclasen - og hon segði við útvarpið fríggjadagin, at nú verður neyðugt at hyggja eftir allari verkætlanini.

Áðrenn Steno-miðstøðan kann byggjast, skal ein verklagslóg leggjast fyri løgtingið. Tað er ikki gjørt enn. Verður prísurin - 95 milliónir krónur fyri 1200 fermetrar - standandi, fer hvør fermetur at kosta góðar 79.000 krónur.

Verkætlanardeildin hjá Landsverki - sum skuldi vera byggiharri - er sum kunnugt niðurløgd. Tað var ein politisk avgerð, tikin í summar við virknaði frá 1.januar.

26. september - um tvær vikur - eru fýra ár síðani táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, skrivaði undir avtaluna við Novo Nordisk grunnin, sum millum annað hevði við sær, at ein nýggj Steno Miðstøð skuldi byggjast í Føroyum. Endamálið var at styrkja viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi. Tá varð sagt, at nýggju hølini skuldu takast í nýtslu í 2026.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145