- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar neyðlendi í Keflavík

Eitt russiskt ferðaflogfar, sum var á veg úr New York til Moskva, noyddist í morgun at seta í Keflavík í Íslandi, eftir at onkur dulnevndur hevði boðað frá, at ein bumba var í flogfarinum.

Tá hóttanin kom, var flogfarið longu í luftini, upplýsir ein talskvinna fyri flogfelagið Aeroflot.

- Flogskiparin tók avgerð um at neyðlenda lenda, sigur talskvinnan, Irina Dannenberg.

Dulnevnda røddin í telefonini segði, at fimm kuffert við spreingi vóru í flogfarinum. Tey kundu spreingjast, tá flogfarið setti seg í Moskva.

Tey 253 ferðafólkini fóru úr flogfarinum, sum bumbuserfrøðingar nú kanna, skrivar Ritzau.