- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk byggifeløg vilja sleppa til Grønlands

Føroyskar byggifyritøkur liggja framvið at at fáa lut í stóru byggivinnuni í Grønlandi, men trupult er at sleppa framat.

Tað skrivar Dimmalætting.

Nógv byggivirksemi er í Grønlandi, og fleiri verkætlanir eru í umbúna. Niclas Joensen, nevndarformaður í Articon, sigur við Dimmalætting, at nakrar fáar danskar fyritøkur sita á nærum øllum, og tær forða fyri, at onnur sleppa upp í part. Articon hevur boðið upp á nøkur arbeiði, men hevur einki fingið.

Eisini byggifelagið J&K Petersen ætlar sær til Grønlands.

Wild west-hugburður

- Vit liggja framvið og bjóða, men vit eru rættiliga varnir, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen. Hann sigur, at teir hava varhugan av, at viðhvørt ræður "wild-west-hugburður," sum hann tekur til, og ein stórur váði er eisini knýttur at verkætlanunum.

Bæði Articon og J&K Petersen hava roynt at samstarva við danskar fyritøkur í Grønlandi, tí tað vísir seg at vera lættasta loysnin, men hon hevur ikki givið nakað serligt av sær.

- Ein møguleiki er, at fyritøkur, sum kappast á føroyska marknaðinum, taka seg saman og í felag bjóða seg fram í Grønlandi, heldur enn at samstarva við danskar fyritøkur, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, við Dimmalætting.