- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar datt niður - ráðharri var við

Myndugleikarnir siga, at talan var um eitt lítið flogfar av slagnum Cessna. Flogfarið var á veg til heimbýin hjá ráðharranum, tá tað datt niður.

Flogfarið fekk trupulleikar við motorinum, og bað um loyvi at neyðlenda á eini oyggj. Men flogfarið náddi ikki til oynna, og datt niður í havið.

Fýra fólk vóru við flogfarinum, og lívverjin hjá ráðharranum kom frá hendingini við lívinum. Hini trý eru ikki sædd síðani. Leitingin var steðgað tá myrkur kom á, men farið verður aftur at leita í lýsingini, siga stjórnarkeldur á Filipsoyggjunum.