- Tíðindi, mentan og ítróttur
Shell skal bora í Arktisk

Shell hevði at kalla slept sínum heilt stóru ætlanum at bora fimm brunnar, men ætlar nú kortini at bora áðrenn ísurin legst. Shell hevur gjørt íløgur fyri meiri enn 24 milliardir dollarar ella um leið 145 milliardir krónur yvir seks ár til tess at vera fyrst at bora í Chukchi (tjuktji) og Beaufort Havinum. Men aftur og aftur er ætlaninar um boringarnar støðgaðar í sambandi við rættarmál frá umhvørvisfelagsskapum ella vanlukkur.

Millum annað hava stórir ísflakar seinkað boringunum. Í juli mánaði var eitt skip við at farast inni við land. Ongin skaði hendi, men óhappið setur spurnartekin við, um Shell er til reiðar og megnar at fara til verka í arktiska økinum, har tað er myrkt leingi, nógvur vindur og nógvur ísur.

Størsti trupulleikin hevur kortini verið at fingið skipið, Arktis Challanger, riggað til. Skipið hevur ein kupil, sum skal kunna setast yvir ein møguligan oljuleka, um tað skuldi hent, og harvið forða fyri einari vanlukku. Skipið er framvegis á beding og er ikki til reiðar at fara enn. Shell hevur sent 40 teknikarar til Alaska at fáa Arktis Challanger kláran.

Orkuserfrøðingar siga, at nógv olja er í havinum kring Arktis. Mett verður, at ein millión tunnir olja kunnu fáast upp um dagin.