- Tíðindi, mentan og ítróttur
Obama skrásetir lyfti um avrik

Valstríðið upp undir forsetavalið í USA í november harðnar. Var forsetaval í dag, hevði staðið á jøvnum millum Barack Obama, sitandi forseta, og Mitt Romney, sum týskvøldið alment varð kosin forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.

Og í gjár játtaði so 42 ára gamli Paul Ryan, úr statinum Wisconsin, at gerast varaforsetavalevni hjá republikanska flokkinum til forsetavalið. Hetta hendi á floksfundinum í Florida í gjár.

Fanst at Obama

Paul Ryan fanst hvassliga at Barack Obama, forseta, fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa amerikanska búskapin aftur á beint.

- Barack Obama er ein forseti, ið skrásetir sínir lyftir sum avrik. Men eftir fýra árum er evnið ikki búskapurin hjá undanfarnum forsetum, ið Obama hevur arvað, men búskapurin, vit beint nú, segði Paul Ryan.

Hann endurtók eisini lyftið hjá Mitt Romney um at strika nýskipanina av heilsutrygdini í USA, ið hevur verið eitt hjartamál hjá Barack Obama, forseta.

Leiðararnir hava svikið

- Halda tit, at tit sita føst í dagsins búskapi, so er tað ikki tí, at tit hava svikið tykkara leiðarar, men tí, at tykkara leiðarar hava svikið tykkum, segði Paul Ryan, varaforsetavalevni hjá republikanarunum, í røðu síni í gjár.

Seinastu veljarakanningarnar vísa, at tað stendur á jøvnum millum sitandi forseta, Barack Obama, og republikanska avbjóðaran, Mitt Romney. Báðir høvdu fingið 43 prosent av atkvøðunumm, var val nú.