- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lupu á amerikansku sendistovuna í Jemen

Fleiri hundrað mótmælisfólk lupu fyrrapartin á amerikansku sendistovuna í Sanaa, høvuðsstaðnum í Jemen. Tey mótmæltu einum filmi, sum ein amerikanari hevur gjørt, har funnist verður hvassliga at islam.

Herverk varð gjørt á diplomatbilar, eldur varð settur á dekkini, og hjá summum mótmælisfólkum eydnaðist tað at troka seg inn gjøgnum væl varda portið til sendistovuna.

Ongum eydnaðist tó at sleppa inn á sendistovuna, og mótmælisfólkini vórðu rikin útaftur. Løgreglan skeyt við skørpum og nýtti eisini vatnkanónirnar, til tess at reka mótmælisfólkini burtur.

Eisini í Egyptalandi

Eisini í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo hevur verið ófriðarligt í sambandi við filmin um Muhammed profet. Í minsta lagi 13 fólk eru løstað í samanbrestum við løgregluna, sum hevur nýtt táragass og lurkar at spjaða mannamúgvuna.

Í amerikanska filminum verður Muhammed profetur m.a. lýstur at vera latur og ein konufólkarevur.