- Tíðindi, mentan og ítróttur
5.000 mótmælisfólk lopið á sendistovur í Sudan

5.000 mótmælisfólk hava lopið á týsku og bretsku sendistovuna í Sudan. Og tey nærkast eisini amerikansku sendistovuni, skrivar Reuters. Tey mótmæla amerikanska anti-muslimska filminum, ið hevur fingið ilt í muslimar í nógvum londum.

Mótmælisfólkini hava trokað seg inn á týsku sendistovuna, har tey hava sorlað rútar og sett eld á høvuðsinngongdina. Týski uttanríkisráðharrin, Guide Westerwelle, sigur, at starvsfólkini á sendistovuni eru sloppin úr øllum vanda.

Vundið islamskt flagg á stong

Sjónvarpsstøðin Al Jazeera hevur víst myndir av monnum í kyrtli, sum veittra við islamskum flaggi. Eitt islamskt flagg er eisini vundið á stong. Skeltið á sendistovuni eru skrætt niður.

Løgreglan hevur nýtt taragass móti teimum 5.000 mótmælisfólkunum í høvuðsstaðnum Khartoum. Týska, bretska og amerikanska sendistovan eru tætt við hvør aðra í sudanska høvuðsstaðnum. Bert tríggjar kilometrar eru millum týsku og amerikansku sendistovuna.