- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn byggja nýtt havrannsóknarskip

Meðan føroyingar drála við at byggja nýtt havrannsóknarskip, fara norðmenn at seta umleið eina hálva milliard krónur av til nýtt havrannsóknarskip, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2016. Skipið skal avloysa Fridtjof Nansen, sum hevur umleið 20 ár á baki, skrivar Intrafish.

Við í útlendskum verkætlanum

Umframt at gera havrannsóknir í norskum sjógvi, skal nýggi Fridtjof Nansen eisini vera við í afrikanskum verkætlanum, sum m.a. skulu forða fyri ovurveiðu.

Verkætlanin, sum gongur undir heitinum EAF-Nansen-ætlanin, varð stovnað í 1971, m.a. av ST-matvørustovninum, FAO. Hon hevur umfatað 60 lond í Afrika, Asia og Suðuramerika. Verkætlanin fór úr gildi í fjør, men avgjørt varð at leingja hana til 2014, meðan bíðað verður eftir avgerðini at byggja nýtt havrannsóknarskip.

440 mió. kr.

Norski menningarmálaráðharrin, Heikki Holmås, kunngjørdi fyrrapartin, at farið verður at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri 440 milliónir kr. Peningur verður játtaður á fíggjarlógini næstu fýra árini.