Sanatoriið í Hoydølum karmur um festival fyri tónlistaligar marginalar

Sanatoriið í Hoydølum karmur um festival fyri tónlistaligar marginalar
Tann 13. og 14. november verður eksperimenterandi og elektroniskur tónleikur og ljóðlist í fokus í Tórshavn við nýggja festivalinum Ravlitt DARR í Hoydølum
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
20.10.2026 - 21:00

Í 2023 og 2024 var ein alternativur tónleikafestivalur í Tórshavn, ið æt Skrapt. 

Ravlitt DARR tekur arvin frá Skrapt víðari og fer heilt út í marginalarnar tann 13. og 14. november 2026, tá eksperimenterandi og elektroniskur tónleikur og ljóðlist vera í fokus.

Konsertir vera hesi kvøldini í Sanatoriinum í Hoydølum, har Joan Sørensen úr Grønu Matveitingini og Poul Andrias Ziska frá Paz í løtuni eru í holt við at flyta inn í køkin á grundhæddini við teirra nýggja átaki, sum eitur 'Matvitin'. 

Hetta vikuskiftið verður latið upp fyri køkinum, meðan Ravlitt DARR sleppur at sláa seg leyst í hølunum.

Í dagtímunum verður skipað fyri tveimum fakligum tiltøkum í Gentukostdeildini í Hoydølum. 

  • Verkstova í field recordings (útiupptøkum) fyri nýbyrjarar.
  • Práti/kjaki um kynsdynamikkin í tónleikaumhvørvinum við tøkniligari verkstovu í ljóði/óljóði.


Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

15 nøvn kunngjørd

Higartil eru 15 nøvn kunngjørd, sum øll hava tað í felag, at tey arbeiða eksperimenterandi. 

Úr Føroyum:

Úr Íslandi:

Úr Svøríki:

Úr Tunesia/Danmark:

 

Fyriskipararnir boða frá, at fleiri nøvn fara at koma á skránna. 

 

Eggja til nýskapan

Yvirskipaða og langsiktaða endamálið við Ravlitt DARR er:

  • at styrkja føroysku tónleikavinnuna við at menna kreativar og tvørlistaligar tilgongdir,
  • at seta á stovn eitt langtíðar átak fyri javnstøðu og talentmenning í útjaðaranum av føroyska tónleikalívinum,
  • og at lata upp fyri eggjandi møguleikum í ljóðlist, eksperimenterandi tónleiki og ljóðtøkni í einum felagsskapi, sum tekur støði í FLINTA* umboðan.

 

Tað ber til at fylgja og fylgja við Ravlitt DARR á sosialu miðlunum:

Instagram

Facebook

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672