- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 vilja vera stjóri á Gjaldstovuni
10 vilja vera stjóri á Gjaldstovuni
Átta menn og tvær kvinnur hava søkt starvið

10 umsóknir eru til stjórastarvið á Gjaldstovuni.
20.10.2026 - 15:36
Átta menn og tvær kvinnur vilja vera stjóri á Gjaldstovuni.
Freistin at søkja starvið var úti í gjár.
Tað var í august, at Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at Leif Abrahamsen fer frá sum stjóri á Gjaldstovuni 1. november.
Hann fer frá eftir at hava røkt starvið í ikki minni enn 35 ár.
Leif Abrahamsen tók við starvinum sum stjóri á Gjaldstovuni fyrst í 1991, og hevur sitið í starvinum síðani, burtursæð frá einum farloyvi frá 2017 til 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























