Vilja hava tingsessin frá Janusi Rein

Vilja hava tingsessin frá Janusi Rein
Framsókn vil hava tingsessin og nevndarsessirnar, sum Janus Rein hevur havt, aftur, nú hann hevur tikið seg úr flokkinum
Janus Rein er nú uttanflokkatingmaður, men Framsókn vil hava hann at leggja tingsessin frá sær.

09.10.2012 - 15:18

Stovnarar, nevndarlimir og valevni hjá Framsókn heita nú á Janus Rein um at leggja tingsessin frá sær.

Í einum almennum brævi til fyrrverandi tingmannin hjá Framsókn verður heitt á Janus Rein um "at geva okkum arbeiðsfrið og geva Framsókn aftur tingsessin og teir nevndarsessir, sum flokkurin skal brúka fyri at kunna arbeiða."

Einki samsvar

Og víðari stendur í brævinum:

"Nú tú hevur
valt at taka annan tingsessin frá flokkinum og gera hann til tín egna, veitst
tú, at einki samsvar er millum tað, tú tekur úr flokkinum, og tann lutin, sum
tú hevur lagt í stríðið fyri at byggja flokkin upp, ella tær persónligu
atkvøðurnar, tú fekst á løgtingsvalinum."

Uttanflokkatingsmaður

Janus Rein boðaði leygardagin frá, at hann tekur seg úr Framsókn, tí samstarvstrupulleikar eru millum hann og formannin, Poul Michelsen. Janus Rein, sum nú er uttanflokkatingmaður, varð valdur á ting fyri Framsókn á løgtingsvalinum 29. oktober í fjør. Hann fekk 250 atkvøður.

25 fólk hava skrivað undir áheitanina, og teirra millum er floksformaðurin, Poul Michelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025