Í lagi at burturvísa Bjarna Olsen

Í lagi at burturvísa Bjarna Olsen
Ávegis dómur er fallin í rættarmálinum, sum Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í Eik hevur reist
Ávegis dómur er sagdur í rættarmálinum, sum Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í Eik, hevur reist. Rætturin sigur, tað var í lagi at burturvísa Bjarna Olsen.

16.10.2012 - 13:47

Tað var í lagi, tá nýggi Eik Banki burturvísti Bjarna Olsen, hóast hann var settur í starv hjá gamla Eik Banka.

Tað sigur Føroya Rættur í einum ávegis dómi.

Tá endurstovnaði bankin hevur yvirtikið skylduna at gjalda Bjarna Olsen løn sambært fráfaringaravtaluni við gamla bankan, so hevur hann eisini yvirtikið rættin at átala viðurskifti, sum stava frá tíðini hjá gamla bankanum, sigur Føroya Rættur.

Fráfaringaravtalur

Tá tey í gamla Eik Banka síðst í september í 2010 sóu, hvønn veg tað bar, vórðu fráfaringaravtalur gjørdar við forstjóran, Marner Jacobsen, og stjóran, Bjarna Olsen.

Avtalan við Bjarna Olsen segði, at hann skuldi fáa løn í uppsagnartíðini, 12 mánaðir, og síðani fráfaringarløn í 18 mánaðir.

Avtalan endaði í rættinum, tí hann hevur stevnt nýggja Eik, Eik Banka Føroya, tí hann varð burturvístur 30. juni í fjør fyri grovliga at hava misrøkt sítt stjórastarv sambært kanningini, sum Carsten Fode, advokatur, gjørdi fyri Fíggjarligt støðufesti um gamla Eik.

Uppsagnarlønin steðgaði

Hetta gjørdi, at uppsagnarlønin steðgaði tá, hóast nakrir mánaðir vóru eftir. Og fráfaringarløn bleiv eingin, tí hon skuldi byrja 1.oktober í fjør, tá uppsagnarlønin var liðug.

Bjarni Olsen stevndi, tí hann heldur uppá, at nýggi Eik kundi ikki burturvísa sær. Eik Banki Føroya var ikki hansara arbeiðsgevari. Tað var gamli Eik, Eik Banki.

Nú hevur so rætturin staðfest, at tað var í lagi at burturvísa Bjarna Olsen, hóast hann var settur í starv hjá gamla Eik Banka.

Yvirtikið skylduna

Høvðuðsniðurstøðan hjá Føroya rætti er, at tá Eik Banki Føroya hevur yvirtikið skylduna at gjalda honum løn sambært fráfaringaravtaluna við Eik Banka, so má Eik Banki eisini hava yvirtikið rættin at átala viðurskifti, sum stava frá tíðini hjá gamla Eik Banka.

Fyrri partur í málinum er nú endaður og nú skal rætturin taka støðu til, um hann hevur misrøkti starv sítt sum stjóri í Eik Banka, hagar hann kom 1. mai í 1999, tá sum stjóri í Føroya Sparikassa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444