Hava útflutt fyri góðar tríggjar milliardir

Hava útflutt fyri góðar tríggjar milliardir
Nøgdin av alifiski er vaksin ein triðing, men prísurin er lækkaður níggju krónur kilo seinasta árið. Botnfiskurin er næststørsta útflutningsvøra
Fyrstu átta mánaðirnar í ár útfluttu vit alifisk fyri eina góða milliard kr.

17.10.2012 - 16:14

Fyrstu átta mánaðirnar í ár útfluttu vit fyri tríggjar milliardir og 170 milliónir krónur. 35 prosent av hesum virðinum komu frá laksi og alifiski, hóast vit hava fingið munandi minni fyri laksin í ár, enn sama tíðarskeið í fjør.

Útflutningurin av alifiski í ár er í nøgd vaksin við 31 prosentum, upp í 35.500 tons. Men tann 1,1 milliardin, vit fingu fyri hesi tonsini, eru bert tvey prosent størri í útflutningsvirði enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Hetta svarar til, at meðalprísurin á alifiski er farin úr næstan 40 krónum fyri kilo í fjør, niður í 31 krónur kilo í ár.

Botnfiskurin næststørstur

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at í virði er botnfiskur - tað eru í høvuðsheitum toskur, hýsa og upsi - næststørsta útflutningsvøran eftir alifiskin. Vit hava útflutt botnfisk fyri 922 milliónir krónur, frá januar til august í ár. Vøksturin er níggju prosent samanborið við í fjør, og í nøgd er vøksturin 10 prosent.

Í nøgd er uppsjóvarfiskurin okkara størsta útflutningsvøra, hóast hon er minkað við átta prosentum, niður í góð 120.000 tons fyrstu átta mánaðirnar í ár. Í pengum hava vit útflutt fyri 725 milliónur krónur í uppsjóvarfiski.

18 prosent av samlaða útflutninginum í ár er makrelur, meðan svartkjaftur og laksur eru umleið 15 prosent, upplýsir Hagstovan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751