- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúra fyri yvirgangi í Noregi

Óttin fyri yvirgangi í Noregi er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi.

Løgmálaráðharrin, Grete Faremo, og verjumálaráðharrin, Anne-Grete Strøm-Erichsen, vóru tann 1. oktober á einum loyniligum fundi við uttanríkis- og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi.

Tað skrivar Aftenposten.

Nevndu nøvnini á islamistum

Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri islamistum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi.

Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum.

Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil yvirgangsfólk. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til islam. Hini eru fólk, sum eru ættað úr Afghanistan, Pakistan, Irak, Somalia, Tunesia og Algeria.

Sambært fregnartænastunum hjá løgregluni og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í dag, skrivar Dagbladet.