- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærin: Endamálið var at drepa Pidda

Ákæri maðurin í Pidda-málinum fór inn í húsini á Gerðisvegi í Saltangará við tí endamáli á drepa Dánjal Petur Hansen.

Tað segði Linda Hesselberg, ákæri, tá proseduran í Pidda-málinum byrjaði fyrrapartin.

Í prosedurunum taka ákæri og verji samanum og royna, hvør í sínum lagi, at sannføra nevningarnar um, at annaðhvørt er ákærdi maðurin sekur ella ósekur í teimum sjey brotsverkunum, sum hann er ákærdur fyri.

Í dag hevur Linda Hesselberg, ákæri sína framløgu, og fríggjadagin fer verjin, Anfinn V. Hansen, at leggja síni sjónarmið fyri nevningarnar.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.