
- Tíðindi, mentan og ítróttur
So er kappróðrarsendingin "Millum tøkini" flotað

Tað er altíð spennandi, tá ein nýggjur kappróðrarbátur verður flotaður.
Hvussu liggur hann í sjónum? Hvussu gongur hann? Flýtur hann yvirhøvur?
Soleiðis var kenslan eisini í Kringvarpinum í dag, tá nýggja kappróðrarsendingini "Millum tøkini" varð flotað fyri fyrstu ferð beinleiðis í Studio 3 í Sortudíki.
Bundu um heilan fingur
Bundið var í ávísan mun heilan fingur, tí heitt var á hin kappróðrarkøna og hittinorðaða Ludvík við Stein um at seta seg aftur í rong og stýra sendingina.
Og tað gjørdi Ludvík væl og virðiliga í mál, men manningin var eisini sterk og stinn.
Afturat sær hevði Ludvík tveir av tungvektarunum í føroyskum kappróðri, Saritu Kristinu Hansen og Magnus Norðberg, sum viðmerkjarar.
Mikkjal Andriasarson, ið er yngsti maður umborð á Havnarbátinum, var gestur í fyrstu útgávuni av kappróðrarsendingini "Millum tøkini" (Mynd: Bárður Lydersen)
Havnarbáturin og sumbingar
Høvuðsevnini í sendingini vóru óvæntaði sigurin hjá Havnarbátinum í 10. mannafarsróðrinum á Norðoyarstevnuni, og so tann gleðiliga sannroynd, at sumbingar aftur gera um seg í kappróðri.
Gestur í útvarpsstovuni var Mikkjal Andriasarson, ið er yngsti maður umborð á Havnarbátinum, og so var eisini ringt suður til Sumbiar til Halltóru Joensen, forkvinnu í Sumbiar Ítróttarfelag.
Næsta FM-stevnan verður Sundalagsstevna í Hvalvík leygardagin 14. juni.
Næsta "Millum tøkini"-sendingin verður sosatt týsdagin 17. juni.
Um tú ikki hoyrdi fyrstu "Millum tøkini"-sendingina, so kann hon hoyrast á KVF Ljóð.
Hvat: Millum tøkini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 15 eftir FM-róðrarnar í summar, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
FM-stevnurnar 2025 | Millum tøkini-sendingar |
31. mai: Norðoyarstevna | #1: Týsdagin 3. juni, kl.15 |
14. juni: Sundalagsstevna í Hvalvík | #2: Týsdagin 17. juni, kl.15 |
21. juni: Jóansøka á Tvøroyri | #3: Týsdagin 24. juni, kl.15 |
05. juli: Varmakelda í Fuglafirði | #4: Týsdagin 8. juli, kl.15 |
12. juli: Fjarðastevna á Skála | #5: Týsdagin 15. juli, kl.15 |
19. juli: Vestanstevna í Sørvági | #6: Týsdagin 22. juli, kl.15 |
28. juli: Ólavsøka | #7: Hósdagin 31. juli, kl.15 |