Inntøkunum hava vit ikki stýr á

Inntøkunum hava vit ikki stýr á
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, missir ikki svøvnin av, at fallandi laksaprísurin í ár hevur við sær fallandi inntøkur til landskassan
Ruth Vang ert landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Mynd: Fíggjarmálaráðið)
 
03.06.2025 - 22:37

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum er fallin við rúkandi ferð, og tað sæst aftur í inntøkunum hjá landskassanum.

Tøkugjaldið, sum fyrstu fýra mánaðirnar í fjør var 220 milliónir krónur, er fyrstu fýra mánaðirnar í ár bara 89 milliónir krónurm og tí mangla góðar 130 milliónir krónur í á inntøkusíðuni hjá landskassanum.

Spurningurin er, hvørja ávirkan tað fær, bæði upp á stutt sikt og upp á longri sikt, og tann spurningin settu vit landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum.

 

Ikki lætt at stýra inntøkunum

Hóast tað kanska í sjálvum sær er ein avbjóðing, at inntøkurnar ikki gerast tær, sum landsstýrið hevur ætlað í fíggjarlógini, so er akkurát tað ein avbjóðing, sum politiska - og almenna - skipanin má taka við.

Inntøkurnar eru ikki so lættar at stýra, tí tær vera ávirkaðar av viðurskiftum uttanífrá. Viðurskiftum, sujm vit onga ávirkan hava á, vísir landsstýriskvinnan á.

Landsstýrið brúkar tøl frá umsitingini og - í hesum føri - frá alivinnuni, so tey eru so realistisk sum tilber, og hetta vísir, hvussu torført tað er at spáa um framtíðina, serliga tá tað kemur um prísgongd á heimsmarknaðinum.

Tí har eru so nógv viðurskifti, sum vit í Føroyum ikki kenna til, og sum brádliga stinga seg upp og sum kunnu broyta gongdina.

 

Ruth missir ikki svøvnin

Tí sigur Ruth Vang seg ikki missa svøvnin av, at inntøkan frá tøkugjaldinum lækkar.

- Hetta vísir enn einaferð, at tað er ikki inntøkunum vit skulu hyggja eftir. Teimum hava vit ikki tamarhald á, tí tað er so nógv, sum vit ikki hava ávirkan á, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Hinvegin hava vit nógv meira tamarhald - ella tað áttu vit at havt - á útreiðslusíðuni, tí har eru tað vit sjálv, sum gera av, hvussu nógv vit brúka. 

- Men vit hava slett ikki dugað at havt nóg gott tamarhald á útreiðsluvøkstrinum, sigur Ruth Vang, sum leggur dent á, at hetta ikki bara ein uppsangur til hesa samgonguna, tí undanfarnar samgongur hava havt akkurát líka lítið tamarhald á útreiðsluvøkstrinum.

 

Einki øki er friðað

Spurd, hvat er til ráða at taka, sigur hon, at politiska skipanin, samgongan og andstøðan, eiga at leggja seg eftir at taka tey stig, sum eru neyðug fyri at fáa almenna búskapin aftur á beint.

- Pensjónirnar eru eitt stig, sum má gerast, men har eru so øgiliga nógv onnur øki, sum vit kunnu gera nakað við, og tað eiga vit. Í veruleikanum er einki øki friðað fyri rationaliseringum sum ger, at vit fáa meira fyri hvørja krónu, sum vit taka inn frá borgarunum, sigur landsstýriskvinnan.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Ruth Vang, sum varð send í tíðindunum í kvøld:

 

1747023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751