- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu draga tapið í FaroeJet frá

Tey, sum áttu partabrøv í FaroeJet, kunnu draga tapið frá í uppgerðini fyri kapitalvinning í 2012. Tað upplýsir Taks.

Í januar í fjør varð endaliga staðfest, at partabrøvini í FaroeJet vóru farin fyri skeytið. Felagið fór á húsagang, og partabrøvini vóru tí einki verd longur. Er tapið av partabrøvunum í Faroejet størri enn annar kapitalvinningur, tá rentuinntøkur eru taldar við, kann hallið flytast fram til komandi ár líka til hallið er brúkt upp.

Sambært lógini um kapitalvinning er einki mark fyri, hvussu nógv ár slíkt hall kann flytast fram, sigur Taks.

Settu 25 mió. kr. í felagið

Trotabúgvið P/f FaroeJet varð endað í Skiftirættinum hálvan desember í 2011. Knappliga 2,3 prosent fingu tey, sum áttu pengar hjá felagnum. Starvsfólkini fingu tó alla sína frítíðarløn, 840.000 kr., tí lønarkrøv hava frammíhjárætt, tá feløg fara á húsagang.

Flogfelagið FaroeJet varð stovnað beint fyri jól í 2005. 950 íleggjarar settu 25 milliónir krónur í felagið.

Flogfarið hjá felagnum, Sólja, setti seg fyrstu ferð í Vágum 14.mai í 2006. Sjey mánaðir seinni vóru tær 25 milliónirnar uppi, og felagið fór í gjaldssteðg.

24.september í 2007 lýsti Skiftirætturin felagið at vera farið á húsagang.