Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við

Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
Hjalmar Petersen, fráfarandi stjóri í Vónini, var vikugestur í Vikuni
Hjalmar Petersen, stjóri í Vónini seinastu 25 árini, takkar fyri seg
 
13.12.2025 - 13:09

- Eg fari ikki frá, tí eg eri vorðin 69 ára gamal. Als ikki, tí eg føli, eg eigi nógv ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, men eg eri ikki nøgdur við mátan, sum eigararnir skipa felagið frameftir.

Hann visti av ongum, tá ið fyritøkan, hann var stjóri í, bleiv seld av landinum fyri 10 árum síðan. Og nú eigararnir flyta alt alivirksemi úr Føroyum í eitt annað felag í Noregi, hevur hann fingið nóg mikið. Tí hevur hann sagt seg frá sum stjóri í Vónini.

- Eg góðtaki tað ikki, fyri at siga tað beint sum tað er, sigur Hjalmar Petersen, sum vísir á, at tað snýr seg um 40 prosent av virkseminum hjá Vónini.

- Tá ið man hevur verið 25 ella 30 ár í einum felag, so blívur tú onkursvegna góður við tað, og tað eru sjálvandi nakrar kenslur uppií av tí sama. Og eg góðtaki ikki, at man ger hesar broytingarnar, soleiðis at man ger Vónini fortreð, sigur Hjalmar Petersen, stjóri Vónini. 

Hjalmar Petersen hevur starvast í Vónini í 30 ár, og seinastu 25 árini hevur hann verið stjóri. Hesi árini er Vónin vaksin úr 40 millónum krónum í umsetningi í 1996 til 660 milliónir í 2025. Ein risavøkstur. Vónin framleiðir útgerð til fiski- og alivinnuna. Virksemi er í spjatt á 22 deilidir í 9 londum, og útvið 500 fólk starvast í fyritøkuni.

Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni, og har tosa vit um hansara bakgrund, yrkisleið, felagsarbeiði og hansara grundvirði. 

Hjalmar er kendur sum hondbóltsspælari, dómari og rossamaður, og hann hevur altíð tikið ábyrgd í felagsarbeiði. Hann himprast ikki við at siga, tann felagsskapurin, hann har hevur upplivað, hevur gjørt hann til tað menniskja og tann leiðaran, hann hevur verið.

- Tað snýr seg í stuttum um at geva fólki frælsi undir ábyrgd.

Hjalmar var saman við Kristiani Johansen okkara fyrsti altjóða dómari í hondbólti. Og Kristian hevur nógv góð orð at siga um vinmannan, sum hann hevur kent, síðan teir vóru 5-6 ára gamlir. Hann er trúfastur, reiðiligur og málrættaður. Harafturat er hann ein góður vertskapsmaður og stuttligur at vera saman við.

Hoyr alla samrøðuna við Hjalmar Petersen her.

1782629

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970