- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað gongst væl at umvæla hvalastøðina við Áir

Erland Viðberg,
savnsvørður, segði við Dag og Viku í gjár, at endamálið er at fáa hvalastøðina í
upprunaligan stand.

- Í øllum førum
vilja vit gera tað soleiðis, at niðurbrótingin, sum er í gongd, verður steðgað,
sigur Erland Viðberg.

Umvælingararbeiðið
byrjaði í fjør, og er uppaftur tikið í ár. Sum heild eru bygningarnir í vánaligum
standi.

- Stoyptu húsini
eru í lagi, men blikk- og timburhúsini vóru vánalig, sigur savnsvørðurin.

Ongin peningur til viðlíkahald

Umsjónarmenn
hava verið tengdir at hvalastøðini við Áir, men ongin peningur hevur verið
settur av til viðlíkahald. Tí hevur bara verið roynt at pjøssað sum frægast.

Mett verður, at
umvælingin ? uttan ? fer at kosta einar 9,5 milliónir krónur, men ingi tøl
fyriliggja hvat tað fer at kosta at umvæla spøl og annað. 3,6 milliónir krónur
eru settar av til arbeiðið í ár, men hvussu vorðið verður næsta ár er óvist.

- Hetta er ein
partur av føroysku vinnulívssøguni, so er nakar í vinnulívinum áhugaður at
stuðla arbeiðinum, er viðkomandi væl komin, sigur Erland Viðberg, savnsvørður.

Tað eru
Mentamálaráðið og Søvn landsins, ið standa fyri arbeiðinum við Áir. Haraftrat
hevur Sunda kommuna eisini verið eitt sindur inni í málinum, tí kommunan hevur áhuga
í at fáa hvalastøðina sum ferðavinnumál og savn.