Lærarafelagið: Munur verður gjørdur á lønini

Lærarafelagið: Munur verður gjørdur á lønini
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at tað er bara Skúlin við Løgmannabreyt, sum rindar ískoyti fyri arbeiði í toymum
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, heldur, at tað líkist ongum, tað líkist ongum, at skipanin um lønarískoyti ikki er galdandi fyri allar skúlar, har arbeitt verður í sjálvstýrandi toymum.
 
02.07.2013 - 11:15
Lærarafelagið rópar nú varskó, tí lærararar kring landið fáa ikki ásetta lønarískoytið fyri arbeiði í sjálvstýrandi toymum.
 
Orsøkin er, at skipanin við sjálvstýrandi toymum framvegis ikki er formliga staðfest, hóast hon hevur virkað í fleiri ár, og alt fleiri skúlar arbeiða í toymum.
 
- Tí er tað at gera mismun, at ikki allir lærararnir fáa lønarískoyti at arbeiða á henda hátt, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við heimasíðu felagsins. .
 
Enn eru tað bara lærararar á Skúlanum við Løgmannabreyt, sum fáa lønarískoyti fyri at arbeiða í sjálvstýrandi toyumum. Har hevur skipanin verið roynd í fimm ár, og hetta sær formaðurin í lærarafelagnum vera at blástempla skipanina.
 
Líkist ongum
 
- Tað líkist ongum, at tað ikki verður avgjørt, at skipanin eisini eigur at galda fyri aðrar skúlar. Eftirmetingin vísir, at skipanin eigur at halda fram. Kortini taka myndugleikarnir onga avgerð, hóast øll gransking eisini vísr, at  skipanin við toymum er vegurin, vit mugu fara í einum nýtímans skúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
 
Stendur tað til Føroya Lærarafelag, eigur skipanin við sjálvstýrandi toymum at verða sett í verk í øllum skúlunum, sum kunnu lúka treytirnar fyri sjálvstýrandi toymi.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776