Tíggju vilja hava Fámará

Tíggju vilja hava Fámará
Freistin at søkja um festið í Fámará endaði klokkan 16.00 í dag. Tíggju hava søkt, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson
Tíggju fólk hava søkt um festið í Fámará
 
05.07.2013 - 17:45

Flestu umsøkjararnir búgva í Suðutoynni, men onkur sum býr uttan fyri hevur eisini søkt um festið í Fámará, sigur Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni.

 
Bjørn Patursson væntar, at tað gongur ein góð vika, áðrenn Búnaðarstovan hevur tikið støðu til, hvør av teimum tíggju fær festið í Fámará.
 
Festið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, verður yvirtikið í verandi støðu og standi.
 
Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur seyðin í heyst.
 
Sambært taxatións-protokollini ber festið í Fámará 80 áseyðir. 25 áseyðir fylgja við festinum.
 
Umsøkjarar skulu hava minst tvey ára arbeiðsroyndir í landbúnaði.
 
Minsta kravið er harafturat antin hálvt ár í landbúnaðarskúla uttanlands ella á landbúnaðarskeiði í føroysku kvøldskúlaskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festi uttan mjólkneyt.
 
Festarin í Famará skal búgva í Suðuroynni. Um onkur sum býr uttan fyri Suðuroynna fær festið, skal viðkomandi flyta til Suðuroynna.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815