ES-hóttanir kosta milliónir

ES-hóttanir kosta milliónir
Løgmaður hevur biðið Fíggjarnevndina um nakrar milliónir krónur til útlendskar ráðgevar, sum landsstýrið hevur brúkt at verja seg móti í hóttanini hjá ES um handilsforðingar
Løgmaður vil hava pening at gjalda serfrøðingum í málinum um ES-handilsforðingar.
 
10.07.2013 - 11:00

Landsstýrið roynir at sannføra ES um, at ES kann ikki seta handilsforðingar í gildi móti Føroyum.

Til at hjálpa sær við tí, brúkar landsstýrið millum annað serfrøðingar í altjóða rætti.

Fíggjarnevndin fer at viðgera fíggjarnevndarskjalið fyrrapartin í dag.

Fíggjarnevndarskjalið er ikki almannakunngjørt enn, men Útvarpið skilir, at talan er um fimm ella seks milliónir krónur, sum Fíggjarnevndin er biðin um at játta.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er biðin um at koma á fund hjá Fíggjarnevndini fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391