Ongin mutar ímóti Russlandi

Ongin mutar ímóti Russlandi
Sigurdur Ingi Jóhannsson, íslendski fiskimálaráðharrin, skilir ikki, at ES ikki enn hevur ávarað Russland um handilsforðingar, nú Russland hevur eisini ásett sær egna makrelkvotu, sum er størri enn ICES mælir til
Íslendski fiskimálarádharrin, Sigurdur Jón Jóhansson.
 
14.07.2013 - 23:45

- Russar standa eisini einsamallir í makrelstríðnum, men eingin mutar teimum ímóti. Tað er stórur munur á politikkinum, sum ES førir mótvegis Russlandi og so okkum og Føroyum, sigur hann við íslendska IFIM.

Tilreidar at samrádast
Íslendski fiskimálaráðharrin ger somuleiðis greitt, at íslendingar eru sinnaðir at samráðast um makrelin.

- Vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð, men vit fiska minni, enn vit hava rætt til, sigur hann við blaðið.

Í juni segði Sigurdur Ingi Jóhannson, at íslendingar kanna nú, um Ísland kann geva ES sama svar sum føroyingar hava gjørt í sildatrætuni, nú ES hevur ávarað Ísland um handilsforðingar, tí Ísland fiskar meira makrel, enn ES heldur vera ráðiligt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065