TAKS dregur P/F Vinnuna í Hægstarætt

TAKS dregur P/F Vinnuna í Hægstarætt
TAKS hevur gjørt av at skjóta sakarmálið um kapitalvinningsskatt hjá partaeigararunum í P/F Vinnuni í Gøtu inn fyri Hægstarætt. Tað boðar TAKS frá í tíðindaskrivi í dag.
Eitt av skipunum hjá P/F Vinnuni í Gøtu, Finnur Fríði
Mynd: www.vinnan.fo  
 
06.08.2013 - 14:37

Stutt eftir, at Eystari landsrættur segði dóm í málinum í fjør, vendi TAKS sær til til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS eigur at royna málið í Hægstarætti.


Í tíðindaskrivinum sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur, at TAKS heldur framvegis, at alt ikki er farið rætt fram í málinum um vinningsbýtið hjá P/F Vinnuni. Tað styrkir bara okkara støðu, at Kamaraadvokaturin í Danmark tekur undir við okkum, sigur hann.

Eftir niðurstøðuna hjá Kamaradvokatinum, søkti TAKS tíðliga í ár um at sleppa í Hægstarætt við málinum.

Procesbevillingsnævnet, ið tekur støðu til, hvørji mál sleppa at verða roynd í Hægstarætti, gav stutt fyri summarfrítíðina tilsøgn um, at TAKS fær møguleikan at royna málið í Hægstarætti.

- Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar. Tað kundi sjálvandi verið freistandi - fyri frið skyld - at lagt hetta málið á hillina, men tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp. Tað gera vit nú við at royna málið í Hægstarætti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS í tíðindaskrivinum.

Tað er ikki enn greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera sakarmálið millum TAKS og partaeigararnar í P/F Vinnuni í Gøtu.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, og sakføraranum hjá Vinnuni í Gøtu, men tað eydnaðist ikki til hesa tíðindasending.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595