- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrel- og sildastríðið við ES á Aljazeera

Føroyska makrel- og sildastríðið við ES hevur eisini stóran áhuga í útlandinum, men ofta hava føroyingar kent seg illa umboðaðar í viðgerðini í útlendskum fjølmiðlum.
Men tað ber ikki til at leggja Aljazeera undir. Frásøgumaðurin Barnaby Phillips hevur verið í Føroyum saman við einum myndamanni og sett seg væl inn í tingini.
Innslagið varpar ljós á føroysku síðuna av stríðnum og tekur ikki støðu til, um tað er rætt ella skeivt av føroyingum eitt nú at hækka sína makrelkvotu við 400 prosentum.
Í innslagnum verður eisini varpað ljós á týdningin, ið fiskivinnan - har undir makrel- og sildafiskiskapurin - hevur fyri føroysku tjóðina.
Niðurstøðan hjá frásøgumanninum hjá Aljazeera, Barnaby Phillips, er, at føroyingar eru eitt sjálvstøðugt og harðbælt fólk, ið hevur brynjað seg til eitt langt stríð við ES.
Fyrsta innslagið frá ferðini er at síggja á heimasíðuni hjá Aljazeera á slóðini her: Faroe Islands challenge EU fishing sanctions (letur upp í nýggjum kaga)




























